Tina og Kári kláraðu ikki Mads

Tina og Kári kláraðu ikki Mads
Bæði Tina Mellemgaard úr Hoyvík og Kári Fossdalsá av Toftum høvdu sungið seg í finaluna í X Factor, men tá avtornaði, so var tað danski Mads Moldt, ið vann X Factor
16 ára gamla danska stórtalentið Mads Moldt vann X Factor finaluna framman fyri Kára Fossdalsá og Tinu Mellemgaard
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
08.04.2022 - 20:06

X Factor-finalan var nógv merkt av Merkinum í ár, tí tveir av trimum luttakarum í finaluni vóru føroyingar. 

Talan var um 18 ára gomlu Tinu Mellemgaard og 25 ára gamla Kára Fossdalsá. 

Í finaluni stóðu føroyingarnir seg væl, men tey vóru uppi ímóti 16 ára gamla danska stórtalentinum Mads Moldt. 

Tina Mellemgaard byrjaði við at syngja sangin  "Love On Top" hjá Beyonce. Ein sera trupul sangur, sum hon fekk nógv rós fyri frá dómarunum. 

Kári Fossdalsá framførdi "Happy" hjá Pharrel Williams, sum hann framførdi saman við bólki sínum úr Aalborg. Eitt ynski, ið hevði nógv at siga fyri sjarmerandi og eygagóða toftamannin. 

Vegleiðararnir hjá føroyingunum, Kwami Liv og Martin Jensen, vóru væl nøgdir við framførslurnar hjá Trinu og Kára. 

Blackmann hevði lyndi til at gera kappingina til ein dyst millum Danmark og Føroyar, og hann heitti beinleiðis á danir um at atkvøða fyri danska luttakaranum, Mads Moldt. 

Søs Fenger framførdi saman við Tinu Mellemgaard, og hon hevði nógv hjartalig og rósandi orð til ungu føroysku tónlistakvinnuna. 

Framførslan hjá Kára Fossdalsá saman við danska folk-rokk-bólkinum Jonah Blacksmith var sera sannførandi. 

Tá avtornaði, so skuldu Kári Fossdalsá og Mads Moldt kappast um sigurin, og tað endaði við, at 16 ára gamli Mads Moldt vann. 

Og tað ber illa til at siga nakað til, at danska stórtalentið fór við sigrinum. Mads hevur verið mest sannførandi framførarin. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329