Ferðafólk: Alt ov javnan at Teistin liggur

Ferðafólk: Alt ov javnan at Teistin liggur
Ongin sigling hevur verið hjá Strandferðsluni um Skopunarfjørð í dag, tí Teistin liggur við maskinskaða. Ferðafólk tala at
 
11.04.2022 - 11:48

Teistin hevur ligið við maskinskaða í allan morgun, og tískil hevur ongin sigling verið um Skopunarfjør. . 

Skipað bleiv tó fyri, at nøkur fólk við neyðsynjarørindum blivu flutt til Havnar við tyrluni fyrrapartin. 

Ein teirra, sum ikki slapp við Teistanum í morgun, er Gunnar Bjarnason, sum arbeiðir í Havn.

Hjá honum er arbeiðsdagurin farin fyri skeyti. 

Bjarnason_1

Gunnar Bjarnason fýlist á, at tað er javnan, at Teistin má avlýsa ella útseta túrar, tí okkurt er galið.

Bjarnason_2

Tað er ov seint at gera nakað við støðuna nú, tí rótin til truplleikarnar stavar frá, tá skipið bleiv bygt, heldur Gunnar Bjarnason. 

Bjarnason_3

Væntandi siglingin um Skopunarfjørð rakar ikki einans privatfólk, men er eisini ein smeitur fyri vinnulívið á oynni. 

Alifyritøkan Mowi hevði í morgun tríggjar tangar við laksi, sum skuldu flytast norðurum til virkið á Strondum. Um 30 tons av fiski eru í tangunum. 

Hans Jákup Mikkelsen er stjóri í Mowi Føroyum. 

Hans_Jakup_Mikkelsen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585