Í fongsul í eitt ár fyri at royna at smugla 6,6 kilo av hashi

Í fongsul í eitt ár fyri at royna at smugla 6,6 kilo av hashi
Ein donsk kvinna, sum er fødd í 1990, fekk í gjár eitt árs treytaleysa fongsulsrevsing fyri at royna at smugla 6,6 kilo av hashi til Føroya
Seks kilo av hashi royndi ein donsk kvinna at smugla til Føroya við Norrønu
Mynd: Shutterstock.com  
 
12.04.2022 - 10:00

Ákæruvaldið kravdi eitt ár og tríggjar mánaðir. 

Ein dómur, sum fall í Føroya rætti í november í fjør, var eisini eitt ár, men tá var hashmongdin minni, hon var 5,3 kilo.

Tí eiga 6,6 kilo at geva harðari dóm enn eitt ár, heldur ákæruvaldið.

Verjin helt, at eitt ár og ikki meira enn 13 mánaðir var hóskandi revsing.

 

Kom við Norrønu

Kvinnan kom til Føroya úr Danmark við Norrønu 21.mars. 

Hashið var væl krógvað í bilinum hjá henni, men hundurin hjá tollvaldinum fann hashið.

Bilurin er konfiskeraður.

Játtaði seg partvís seka

Kvinnan játtaði seg partvís seka.

Ákæruvaldið fer nú at kanna, um dómurin skal skjótast inn fyri Landsrættin.

Eftir rættarfundin í gjár var kvinnan latin leys.

Hon var í varðhaldi frá 21.mars.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444