Mariupol: Biðja ukrainar leggja vápnini

Mariupol: Biðja ukrainar leggja vápnini
Tað eru tó framvegis onki, sum bendir á, at ukrainsku herdeildirnar hava gjørt eftir russisku boðunum
Prorussiskir hermenn á einum stríðsvogni í suðurukrainska býnum Mariupol. Mynd: Alexander Ermochenko/Reuters/Ritzau Scanpix
Mynd: Alexander Ermochenko/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
17.04.2022 - 10:36

Russland hevur nu biðið ukrainskar hermenn í Mariupol um at leggja vápnini og geva seg yvir. Um teir gera hetta áðrenn á middegi í dag, skuldu teir sambært russiskum keldum vera eiraðir. 

Tað eru tó framvegis onki, sum bendir á, at ukrainsku herdeildirnar hava gjørt eftir russisku boðunum, skrivar Reuters.

Sambært russiska verjumálaráðnum fóru russar at vinda flaggið á stong í Mariupol klokkan seks í morgum, meðan ukrainar eisini vórðu bidnir um at vinda hvíta flaggið á stong sum tekin um vápnahvíld.

Óviss lagna
Enn eru hvørki upplýsingar komnar frá ukrainskum ella russiskum keldum um, at býurin er fallin á russiskar hendur. 

Mett verður, at umleið 100.000 fólk framvegis eru í Mariupol, sum í stóran mun er tikin av russum, skrivar CNN.

Sambært ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelensyj, er støðan í Mariupol sera álvarslig og ómenniskjanslig.

- Russar halda áfram við at leggja ukrainskar býir í oyði, og í Mariupol royna teir at rudda øll fólkini í býnum út, sigur Zelenskyj.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817