Kringvarpið vísir dokumentarrøð hjá TV2 um málið í Hvannasundi

Um KVFTíðindi
Kringvarpið vísir dokumentarrøð hjá TV2 um málið í Hvannasundi
Hóskvøldið vísa vit fyrsta part av dokumentarrøðini “Druknet”
Mynd: TV2  
 
20-04-2022

Danska TV2 hevur sett sjóneykuna á illgrunasama málið í Hvannasundi, tá 16 ára gamla Maria Fuglø Christiansen í 2012 doyði. 

Kringvarpið hevur fingið rættindini at senda allar fimm partarnar av dokumentarrøðini komandi fimm hóskvøldini. Fyrsti partur verður sendur í sjónvarpinum í annaðkvøld, hóskvøldið 21. apríl, klokkan 20.15. Partarnir verða endursendir sunnukvøld. Kringvarpið hevur ikki rættindi at leggja røðina á heimasíðuna. 

Dokumentarrøðin snýr seg um 16 ára gomlu Mariu, sum hvørvur eina náttina í 2012 í lítlu bygdini Hvannasundi í Føroyum. Hálvtannað døgn seinni verður líkið funnið í sjónum við byrgingina millum Norðdepil og Hvannasund. Løgreglan kemur til ta niðurstøðu, at talan er um sjálvmorð. Í kamarinum hjá Mariu finna tey dagbókina hjá henni, og har verður eitt forelskilsi avdúkað. Fyrrverandi unnusti hennara er týðiliga merktur av, at Maria er deyð, og spurningurin er, um hann ber eitt tungt loyndarmál um ta náttina, tá Maria hvarv.

Station 2 hjá TV2 gjørdi kanningararbeiði til dokumentarrøðina í tvey ár.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659

Um kvf css