Savnið í Kringvarpinum – atkomuligt fyri almenningin? 

Um KVFBloggur
Savnið í Kringvarpinum – atkomuligt fyri almenningin? 
 
04/22/2022 - 10:10

Í 1957 var Útvarp Føroya sett á stovn. Síðan eru tíðindi, søgur, sendingar o.a. savnað í kringvarpssavninum. Eitt umfatandi og serstakt savn, ið lýsir ein stóran part av tí, sum er farið fram í Føroyum, og sum tí hevur stóran týdning fyri okkum øll sum føroyingar. Savnið er úrslitið av framleiðslu hjá nógvum tíðindafólkum. Hvønn dag hava tey verið úti í føroyska samfelagnum og savnað saman tilfar úr føroyska gerandisdegnum. Í hesum søguliga savni kann føroyski samleikin sigast at vera varðveittur. 

Síðan 1957 hevur ein stórur partur av hesum tilfari savnað dust í kringvarpssavninum. Eftir 1984, tá Sjónvarp Føroya var sett á stovn, eru tað eisini videobond, ið hava savnað dust í kringvarpssavninum. Tilfarið í savninum hevur ligið og bíðað eftir, at tað tilvildarliga skuldi koma onkrum til hugs, at júst hetta ella hatta savnsbrotið kann brúkast í onkrum høpi.  

Ofta hevur tað verið gamalt tilfar, sum er sett í nútíðarhøpi fyri at lýsa ávís viðurskifti. Hetta er í nógvum førum eitt sera týdningarmikið og gott arbeiði fyri okkum sum tjóð. Uttan kringvarpssavnið hevði tað ikki verið gjørligt.  

Í Løgtingslóg um kringvarp [...] nr. 163 frá 24. desember 2015: § 10 stendur:  

”Kringvarp Føroya hevur skyldu til at útvarpa sendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald. Kringvarp Føroya skal í programmvirksemi sínum leggja dent á upplýsingar- og talufrælsi, sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga.”  

Í kringvarpssavninum er nógv tilfar, ið røkkur hesum endamáli. 

Í 2014 fór verkætlanin, sum kom at eita SavnsGull, av bakkastokki. Endamálið var júst at talgilda kringvarpssavnið. Í 2023 skuldi ætlandi seinasta hond leggjast á arbeiðið. Tá skuldu øll bond verið støvað av og løgd upp á pláss aftur og alt tilfarið liggja trygt avritað í einum talgildum savni hjá Kringvarpinum. 

Í 2010 var gjørd ein kanning, sum skuldi staðfesta, hvat skuldi gerast fyri at fáa talgildað ljóð- og videosøvnini í kringvarpssavninum. Millum annað var staðfest, at arbeiðið fór at kosta 27 milliónir. 

Tá SavnsGull byrjaði í 2014, játtaði Landsstýrið 900.000 kr., og hendan játtanin var sett á fíggjarlógina  árliga til 2023. Umframt at talgilda ljóð- og videosavnið skuldi pappírssavnið hjá Kringvarpinum talgildast og skrásetast fyri hesar somu 900.000 kr. Og tað var lagt afturat, at verkætlanin skuldi gera tilfarið atkomuligt fyri almenningin.  

Tað er stórur munur á 900.000 kr. í 10 ár – svarandi til 9 milliónir – til metta kostnaðin upp á 27 milliónir. 

Tó hevur gingið sera væl at bjarga savninum. Í savninum eru tilsamans 520.000 tíðindaskjøl, um 28.000 ljóðbond og 13.000 videobond. Í verandi stund eru um 80.000 tíðindaskjøl eftir at verða skrásett, 2.000 ljóðbond eftir at verða talgildað, og áleið 300 bond eru í Belgia og verða talgildað.  

At verkætlanin er komin somikið langt er ikki bert orsakað av teimum 900.000 kr., ið landsstýrið árliga hevur sett á fíggjarlógina, tí hesin parturin rakk bert til at talgilda og bjarga pappírs- og ljóðsavninum. Bjargingin av videobondunum kom í eina trygga legu í 2016, tá ið A.P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal játtaði 5 milliónir til verkætlanina.  

Eitt heilt serligt íkast er eisini komið frá Almannaverkinum, har vit hava havt starvsfólk í arbeiðsroynd og tillagaðum størvum. Umframt at Kringvarpið hevur veitt høli og vitan, hevur verkætlanin eisini verið stuðlað við uml. 500.000 kr. árliga frá Kringvarpi Føroya. 

Við hesum stuðli er SavnsGull komið nógv longri, enn fortreytirnar loyvdu í 2014. Og vit kunnu koma langt, um verkætlanini verður víst ta vælvild, sum hon higartil hevur fingið. 

Seinasta árið er tó minkað burtur av vælvildini til verkætlanina. Í fíggjarlógini fyri 2021 var framd ein broyting í fíggjarlógini fyri Mentamálaráðið, har tey áløgdu Kringvarpinum at hava eitt avlop upp á 900.000 kr., ið skuldi brúkast til SavnsGull. Hetta merkti, at Kringvarpið nú í roynd og veru skal finna 1,4 milliónir til verkætlanina, um verkætlanin skuldi halda áfram sum fyrr. 

Hetta hevur givið at bíta hjá verkætlanini. Frá at vera seks fólk í føstum starvi hava vit bert verið trý í føstum starvi meginpartin av 2021. Uttan tey góðu fólkini frá Almannaverkinum var verkætlanin púra hildin uppat. 

Tað er av stórum týdningi, at vit fáa bjargað tilfarinum í kringvarpssavninum. Tað restar so lítið í, at tað hevði verið stórt spell, um restin skal aftur á hillarnar at savna dust – ella enntá fara fyri skeytið orsakað av ónøktandi varðveitslu. 

Verkætlanin SavnsGull fekk frá byrjan bert ein triðing av tí fíggingini, sum var mett neyðug fyri at bjarga partar av savninum. Hóast avmarkaðu fíggingina eru vit komin væl longri enn væntað. At koma á mál við talgildingini krevur ikki eina eykajáttan, men bert at verkætlanin SavnsGull fær somu játtan sum áður, og at hendan ikki tyngir raksturin hjá Kringvarpinum annars. 

 

Atkomuligt fyri øll 

Tá sendingar eru í Kringvarpinum, ið brúka gamalt tilfar, munnu fleiri hugsa: Hvat við øllum hinum tilfarinum? Hví kann eg ikki sjálv sleppa at leita? Er tað ikki av stórum týdningi, at vit øll kunna hoyra, síggja og brúka tilfar úr savninum? 

Tað er mín vón, at savnstilfarið verður atkomuligt fyri okkum øll í Føroyum. At vit kunna leita fram brot úr savninum, tá vit hava hug, uttan mun til hvar vit eru stødd. 

Men hetta má staðfestast og raðfestast. Tað kemur ikki av sær sjálvum. 

Tað er nakað eftir á mál, fyri at almenningurin skal fáa atgongd til savnið á netinum. Avtalur skulu gerast við felagsskapir um upphavsrætt, ein raðfesting av skrásetingini skal gerast, tilfar skal gerast klárt, leitiskipan skal fáast til vega, heimasíða skal gerast og mangt annað. 

Ein fíggjarlig raðfesting skal gerast, um nýggja talgilda kringvarpssavnið ikki bara skal enda í somu støðu sum fyrr, har tilfar onkuntíð varð støvað av og einans brúkt av tíðindafólki í Kringvarpinum. 

Øll tey góðu starvsfólkini í SavnsGulli arbeiða víðari, har tey hvønn dag talgilda og skráseta. Og vit royna eisini alt fyri at fáa tilfar atkomuligt fyri Føroya fólk.  

Eg vóni og vænti, at verkætlanin kann raðfestast, soleiðis at vit kunna fáa kringvarpssavnið liðugt talgildað og atkomuligt fyri almenningin. 

Verkætlanarleiðari fyri SavnsGull 

Mass Hoydal 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819

Um kvf css