Vár E. Eidesgaard nýtt føroyskt svimjimet

Vár E. Eidesgaard nýtt føroyskt svimjimet
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag, sum í løtuni venur við ungarska felagnum, BVSC, tók um vikuskiftið føroyska metið á 800 metra frísvimjing
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard betraði um sítt egna met á 800m frí
 
24.04.2022 - 20:03

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti um vikuskiftið føroyskt met á 800 metra frísvimjing, skrivar svimjing.com.

Hetta hendi á ungarsku meistarastevnuni í Debrecen, har hon svam teinin upp á 9.06.88. Vár Erlingsdóttir Eidesgaard átti sjálv gamla metið upp á 9.08.50 frá Bergen Swim Festival í 2019.

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard er úr Havnar Svimjifelag, men hevur í eina tíð vant við ungarska felagnum, BVSC.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423

Meira um sama evni