Víkingur vitjar steypavinnaran

Víkingur vitjar steypavinnaran
B36 fær Víking á vitjan í Gundadali 18. mai, tá fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið skulu spælast. Hjá kvinnum byrjar steypavinnarin í 1. umfari ímóti ÍF
B36 fær Víking á vitjan í steypakappingini
 
26.04.2022 - 20:04

Steypavinnarin í fjør, B36, skal spæla á heimavølli ímóti Víkingi í fjórðingsfinaluni í steypakappingini. Tað er greitt eftir lutakast í 3-2 í kvøld.

Oddaliðið í landskappingini, KÍ, fær ÍF á vitjan, meðan AB skal í Gundadal at spæla ímóti HB. TB tekur ímóti 07 Vestur í síðstu fjórðingsfinaluni.

Steypavinnarin hjá kvinnum byrjar í 1. umfari

Í steypakappingini hjá kvinnum byrjar NSÍ, sum vann kappingina í fjør, í 1. umfari. Har skulu tær gulu spæla ímóti ÍF. 
Hin dysturin í 1. umfari verður millum AB og EBS/Skála.

Í fjórðingsfinalunum skal Víkingur spæla ímóti antin NSÍ ella ÍF, meðan B36 tekur ímóti antin AB ella EBS/Skála. 
Meistarin og oddaliðið í deildini, KÍ, fær vitjan av felagsliðnum úr Suðuroy, TB/FCS/Royn, og HB tekur ímóti 07 Vestur í Havn.

Fjórðingsfinalur, menn (18. mai):
HB-AB
B36-Víkingur
KÍ-ÍF
TB-07 Vestur

1. umfar, kvinnur (15. mai):
NSÍ-ÍF
AB-EBS/Skála

Fjórðingsfinalur, kvinnur (5. og 6. juni):
Víkingur-NSÍ ella ÍF
KÍ-TB/FCS/Royn
B36-AB ella EBS/Skála
HB-07 Vestur

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203705
Týsdag 3. februar
Veðrið
203673
Týsdag 3. februar
Stjørnan í fyrsta parti
203635
Týsdag 3. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203632
Mánadag 2. februar
Veðrið
203609