- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umhugsar at sleppa sólorku undan meirvirðisgjaldi

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum útilokar ikki, at sólorkuskipanir og eldrivin prutl sleppa undan meirvirðisgjaldi.
Í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann, sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður, at landsstýrið fer at umrøða og viðgera hetta nærri, tá tingmaðurin spyr um meirvirðisgjald, sólpanel og eldrivin prutl.
Hann sigur, at sambært orkupolitikkinum skulu í minsta lagi 40 megawatt sólorka vera í framtíðini, fyrst og fremst, tí lítið regn og lítil vindur eru um summarið.
Kann fáa gongd á
Umhvørvisstovan upplýsir, at ein góður háttur at fáa gongd á sólorku er, at fólk, stovnar og virki seta sólorkuskipanir á sínar húsatekjur.
Elbilar sleppa undan meirvirðisgjaldi, tí teir kunnu brúka grønt el í Føroyum, og tí koma teir í staðin fyri bilar, sum brenna olju ella bensin.
Elprutl, elsúkklur og elmotorsúkklur kunnu gera tað sama, sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður




























