ILA staðfest í íslendskum alibrúki

ILA staðfest í íslendskum alibrúki
Ice Fish Farm væntar, at hetta fer at síggjast aftur í framleiðslunøgdini næsta ár
 
28.04.2022 - 16:06

Virussjúkan ILA er staðfest í alibrúkinum Sigmundarhúsi á eysturlandinum í Íslandi. 

Tað skrivar ilaks.no.

Í fráboðan á Ice Fish Farm skrivar felagið, at smittan fer at ávirka framleiðslunøgdina.

- Avleiðingarnar av, at smittan er staðfest, eru ringar at meta um nú, men tað fer helst á síggjast aftur í framleiðslunøgdini næsta ár, sigur forstjórin í Ice Fish Farm, Guðmundur Gíslason, í fráboðan í dag.

Umleið ein millión laksar, sum viga í miðal 476 gramm, eru í alibrúkinum, har ILA er staðfest.

Sigmundarhús liggur nærindis einum øðrum alibúki, har ILA var staðfest í vetur, og strangt eftirlit hevur verið við tí alibrúkinum, skrivar ilaks.no.

Sigmundarhús, ILA

Frítekst tagging: 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815