ES viðger fleiri revsitiltøk móti Russlandi

ES viðger fleiri revsitiltøk móti Russlandi
Týskland er fyri at gevast við at innflyta olju úr Russlandi, men Ungarn er ímóti
Annalena Baerbock er uttanríkisráðharri í Týsklandi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
02.05.2022 - 15:13

ES-londini viðgera hesa vikuna enn ein pakka við revsitiltøkum móti Russlandi.

Sambært NTB, sigur týski uttanríkisráðharrin, Annalena Baerbock, at Týskland tekur nú undir við at avmarka og gevast við at innflyta olju úr Russlandi í eina tíð.

Ósemja hevur verið millum ES-londini um russisku oljuna, og Týskland hevur higartil verið eitt av londunum, sum ikki vildi seta innflutningsbann fyri russiskari olju. Týskland stúrdi fyri at eitt slíkt stig fór at hava ov stóra ávirkan á týska búskapin.

Men hendan støðan er nú broytt.

Enn er tó ikki sannlíkt, at ES fer at seta innflutningsbann fyri russiskari olju.

 

Ungarn er ímóti

Zoltan Kovacs, talsmaður fyri ungarsku stjórnina, sigur við Reuters, at Ungarn hevur ikki broytt støðu viðvíkjandi banni á russiskari olju og gassi. 

- Vit stuðla ikki einum slíkum banni, sigur Kovacs.

Sambært NTB, eru eisini Eysturríki, Slovakia, Spania, Italia og Grikkaland ímóti at banna russiskari olju.

Tey óttast fyri, at hetta fer at elva til orkutrot og álvarsamar avleiðingar fyri búskapin í londunum.

 

Ungarn og Slovakia undantak

Vanliga krevst full semja millum ES-londini fyri at seta í verk innflutningsbann, men sambært Reuters verður møguligt undantak gjørt fyri Ungarn og Slovakia, ella fáa londini longri skiftistíð. 

Samráðingarnar um sætta pakkan við revsitiltøkum móti Russlandi byrja í dag, og væntandi fáa ES-limalondini eitt uppskot mikudagin til góðkenningar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632