Málpolitikkur fyri Kringvarp Føroya verður nú settur í verk

Um KVFTíðindi
Málpolitikkur fyri Kringvarp Føroya verður nú settur í verk
Í málpolitikkinum eru bæði ásetingar um talu- og skriftmál, teksting og týðing
 
10-05-2022

Í heyst fór Kringvarp Føroya undir at orða ein greiðan málpolitikk fyri stovnin, soleiðis at stovnurin lýkur síni lógarásettu, málsligu krøv. Sum einasti miðil av sínum slagi framleiðir Kringvarpið tilfar á føroyskum, og tí er málið eitt av størstu ábyrgdarøkjunum hjá stovninum, og eigur stovnurin at ganga á odda, bæði tá ið tað kemur til at varðveita og at endurnýggja málið. 

Endamálið við málpolitikkinum er at tryggja dygdargott mál á øllum miðlapallum, at javnseta málið við onnur fak í Kringvarpinum og at økja um málsliga tilvitið hjá starvsfólkunum. 

Í oktober 2021 varð ein arbeiðsbólkur settur at snikka saman málpolitikk fyri stovnin. Í arbeiðsbólkinum vóru Óluva Klettskarð, umboð fyri Føroyamál, Sólva Jónsdóttir, umboð fyri Nám, Ragnar Sigrunarson, umboð fyri Málstovuna, Jón Brian Hvidtfeldt, umboð fyri Felagið Føroysk Miðlafólk og Solby Christiansdóttir, umboð fyri Kringvarpið. Bólkurin kann tí sigast at vera breitt umboðaður. 

Arbeiðsbólkurin hittist umleið eina ferð um mánaðin og skrivaði politikkin í felag. Síðani varð politikkurin sendur starvsfólkunum í Kringvarpinum til hoyringar og at enda lagdur fyri kringvarpsstýrið í mai í ár. 

Málpolitikkurin er skipaður við yvirskipaðum reglum fyri tilfar á øllum miðlapallum hjá KVF, reglum um tekst, teksting og týðing, og síðani eru leiðreglur og tilmæli. 

Málpolitikkurin er ætlaður sum grundskjal, og tí skulu serskild undirskjøl gerast fyri at útgreina, hvussu málpolitikkurin skal fremjast í verki. Hetta arbeiðið verður gjørt innanhýsis á stovninum.

Les málpolitikkin her

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659

Um kvf css