Einki russiskt gass gjøgnum Pólland

Einki russiskt gass gjøgnum Pólland
Russland hevur sett tiltøk í verk móti felagnum, sum eigur pólska partin av eini gassleiðing
Einki russiskt gass rennur gjøgnum Pólland í løtuni.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
12.05.2022 - 14:12

Russiski orkuveitarin, Gazprom, fer ikki longur at flyta gass gjøgnum Pólland, eftir at Moskva hevur sett tiltøk í verk móti felagnum, sum eigur pólska partin av sonevndu Yamal-gassleiðingini.

Tað skrivar Reuters.

- Bann fyri keypi og sølu til feløg, sum er rakt av tiltøkunum, er sett í verk, skrivar Gazprom í tíðindaskrvi.

Tað merkir, at russiskt gass ikki verður flutt gjøgnum Pólland í gassleiðingina, sum EuRoPol-Gaz eigur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815