Savnandi savnsdagur í Kringvarpi Føroya 

Um KVFTíðindi
Savnandi savnsdagur í Kringvarpi Føroya 
Tiltakið er fyri øll, sum hava áhuga í at læra meira um, hvørjum søvnini í Føroyum arbeiða við
 
05/16/2022 - 13:54

Søvn okkara skulu raka øll fólk og vera viðkomandi fyri øll. Søvn savna, skráseta, varðveita, miðla og granska. Hetta eru fimm temu, sum eyðkenna Savnandi savnsdagin 3. juni, sum SavnsGull, verkætlanin at bjarga tilfari úr Kringvarpinum, hevur tikið stig til at fyriskipa.  

Vita fólk í grundini, hvørjum verður arbeitt við í einum savni, og hvønn týdning arbeiðið hevur fyri almenningin? Savnandi savnsdagurin er sprottin burtur úr hesum spurningum í vón um at koma fram til eitt svar.  

Eftir at løgmaður hevur bjóðað vælkomin, fara umboð fyri Kringvarp Føroya, Landsbókasavnið, Tjóðskjalasavnið, Listasavnið og Tjóðsavnið henda dagin at hava framløgu um hvør sítt tema. Eisini fara Bergur Djurhuus Hansen frá Føroyamálsdeildini á Setrinum og Annika Sølvará frá Granskingarráðnum at koma við sínum íkasti til, hví søvn eru so týdningarmikil í einum samfelagi. 

Savnandi savnsdagurin er fyri øll, sum hava áhuga í at læra meira um, hvørjum søvnini í Føroyum arbeiða við, ella sum fáast við savnsarbeiði. 

Savnandi savnsdagurin verður 3. juni kl. 13-16 í forhøllini í Kringvarpi Føroya, Norðari Ringvegur 20.

Gott hevði verið, um luttakarar boða frá luttøku við at senda teldupost til: bjorn@kvf.fo 
 

Skrá 

13:00-13:10    Løgmaður bjóðar vælkomin

13:10-13:20    Intro til dagin

13:20-13:35    Bergur Djurhuus Hansen / Spjadd søvn í talgildum heimi

13:35-13:55    Kringvarp Føroya / Savna / Ein gluggi til vitan (Ivan Hentze Niclasen)
    
13:55-14:15    Landsbókasavnið / Skráseta / Skráseting av føroyskum verkum og verk um føroysk viðurskifti (Høgni Bech)
    
14:15-14:35    Tjóðskjalasavnið / Varðveita / Hví varðveita persónupplýsingar? (Sámal Tróndur F. Johansen)
    
14:35-15:05    Steðgur

15:05-15:25    Listasavn Føroya / Miðla / Upplivingar fyri øll – um at miðla á Listasavni Føroya (Dagmar Malena Winther)
    
15:25-15:45    Tjóðsavnið / Granska / Nyttan av djórasøvnum lýst við dømi í koronukanningartøkni (Jan Sørensen)
    
15:45-16:00    Annika Sølvará / Søvn sum granskingaramboð – Gullnám ella eskjan hjá Pandoru

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887

Um kvf css