Svøríki biður um limaskap í NATO

Svøríki biður um limaskap í NATO
Tað besta fyri trygd landsins er at gerast limur samstundis sum Finnland, sigur Magdalena Andersson, forsætisráðharri
Magdalena Andersson, forsætisráðharri, á røðarapallinum í ríkisdegnum í morgun, tá ríkisdagurin viðgjørdi ætlanina hjá stjórnini at biðja um NATO-limaskap.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.05.2022 - 15:18

Svøríki fer nú at biða um limaskap í verjusamgonguni NATO.

Tað kunngjørdi svenski forsætisráðharrin, Magdalena Andersson, á tíðindafundi seinnapartin.

- Tað er tað besta fyri trygd landsins er at gerast limur í NATO samstundis sum Finnland, segði Magdalena Anderson, eftir at svenski ríkisdagurin hevur viðgjørt NATO-limaskapin í morgun.

Magdalena Andersson og andstøðuleiðarin, Ulf Kristersson, høvdu felags tíðindafund í Stokkhólmi seinnapartin.

 

Sí videobrot frá SVT, svenska kringvarpinum, her:

 

SVORIKI_NATO_NET

 

Stutt eftir fráboðanina hjá svenska forsætisráðharranum, sendu Danmark, Ísland og Noreg út felags tíðindaskriv, har tey stuðla Svøríki og Finnlandi.

Tey trý londini siga, at tey saman vilja verja Finnland og Svøríki, um tey vera álopin, meðan umsóknirnar um NATO-limaskap verða viðgjørdar. Tey trý londini fara at gera alt fyri at fáa umsóknirnar viðgjørdar og avgreiddar so skjótt sum til ber.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424