Carla Sands tapti undanval

Carla Sands tapti undanval
Fyrrverandi amerikanski sendiharrin í Danmark fekk bara 5,7 prosent av atkvøðunum
Carla Sands stóð seg illa á undanvalinum upp undir miðvalið í heyst.
 
18.05.2022 - 08:51

Fyrrverandi amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands, sum eisini vitjaði í Føroyum, fekk ikki serliga stóra undirtøku á undanvalinum upp undir miðvalið í Pennsylvania í USA í november.

Hon stillaði upp fyri republikanska flokkin til senatið.

Tá ið 99 prosent av atkvøðunujm vórðu tald, hevði Carla Sands bert fingið 5,7 prosent av atkvøðunum, skrivar Ritzau.

Kappingin um at vinna valið var ímillum Dave McCormick, sum stóð til at fáa 31,4 prosent, Mehmet Oz, 31,2 og Kathy Barnatte, sum stóð til at fáa 24,4 prosent av atkvøðunum.

Sostatt er ikki líkt til, at Carla Sands verður vald í senatið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436