Astrið og Aron best í amboðsfimleiki

Astrið og Aron best í amboðsfimleiki
Astrið Breckmann og Aron Jacobsen fóru avstað við føroyameistaraheitunum hjá kvinnum og monnum, tá FM í amboðsfimleiki var í FIMI um vikuskiftið
Astrið Breckmann vann kappingina í amboðsfimleiki við kvinnum
Mynd: Føroya Fimleikasamband  
 
23.05.2022 - 14:15

Astrið Breckmann og Aron Jacobsen vunnu føroyameistaraheitini hjá kvinnum og monnum, tá FM í amboðsfimleiki var hildið í FIMI um vikuskiftið.

Kvinnurnar kappaðust í lopi, forskotnari barr, bita og gólvi. 

Astrið Breckmann, sum í fleiri ár hevur verið hin fremsta í amboðsfimleiki við kvinnum, gjørdi bart, og vann allar greinarnar. Í lopi var hon jøvn við liðfelagan úr Havnar Fimleikafelag, Gunnvá Mørkøre.

Astrið Breckmann fekk 49.889 stig samanlagt. Rebekka Rein endaði á 2. plássi við 45.599 stigum og Gunnvá Mørkøre fekk 43.965 stig á triðja plássi. 

Aron Jacobsen best hjá monnum

Aron Jacobsen úr Havnar Fimleikafelag var eisini einaráðandi hjá monnum. Hann vann beinsveiggj, ringar, paralella barr og rekk. Rani Dalsgarð vann í lopi og teir báðir vóru javnir á gólvinum.

Aron Jacobsen vann samanlagt við 74.965 stigum, meðan Teitur í Hjøllum fekk silvur við 53.431 stigum. Rani Dalsgarð, sum bert kappaðist í tveimum greinum, fekk bronsuna samanlagt.

Mia og Bjarki vunnu hjá unglingum

Mia Højgaard úr Havnar Fimleikafelag vann kappingina hjá kvinnuunglingum. Hon vann allar greinirnar og fekk samanlagt 44.232 stig. Sesilia Biskopstø fekk silvur við 33.499 stigum.

Bjarki Johannesen úr Havnar Fimleikafelag fór avstað við gullinum hjá mansunglingunum. Hann vann ringar, lop og rekk, og fekk tilsamans 61.532 stig. 

Á 2. plássi kom Bjarki í Jákupsstovu úr Støkk við 53.231 stigum, og bronsuna vann Rókur Vestergaard úr Ljósinum við 52.232 stigum.


Aron Jacobsen vann samanlagt hjá monnunum
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. februar
Jambalaja - 070226
203875
Leygardag 7. februar
Vikan 7. februar 2026
203867
Leygardag 7. februar
Upp á tá - 060226
203863
Leygardag 7. februar
Morgunlestur leygardagur 7.februar 2026
203556
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864
Fríggjadag 6. februar
Veðrið
203846
Fríggjadag 6. februar
Beinir í løtuni í Skógrøktini
203841
Fríggjadag 6. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203827
Hósdag 5. februar
Hoydalar: Martin Joensen
203721