Eldur í skorsteininum á Smyrli

Eldur í skorsteininum á Smyrli
Leki var á einum hydrauliktanga, og olja lak á bjálvingina á skorsteininum
Smyril sigldi ikki túrarnar í gjárkvøldið, men nú er brekið rættað, og Smyril siglir aftur eftir ferðaætlanini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.06.2022 - 08:27

Smyril fekk ikki siglt í gjárkvøldið, tí eldur var í skorsteininum.

Klokkan trý korter til seks í gjárkvøldið boðaði skiparin frá, at trupulleikar vóru við útstoytsrørinum frá høvuðsmotori tvey. Nógvur roykur var í skorsteinsrúminum. 

Staðfest var, at leki var á einum hydrauliktanga, og olja lak á bjálvingina í skorsteininum, so tað logaði nakað. 

Motorurin var tí sløktur.

 

Eingin vandastøða

Talan var ongantíð um nakra vandastøðu, siga Strandfaraskip landsins.

So skjótt Smyril var komin á Krambatanga, var farið undir at umvæla brekið. 

Smyril sigldi tí ikki túrarnar í gjárkvøldið.

Fólk, sum skuldu við flogari tíðliga í morgun, fóru við bátum úr Hvalba til Sands.

Smyril fór av Krambatanga klokkan fimm í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262