Mette Frederiksen á almenna vitjan í Føroyum

Mette Frederiksen á almenna vitjan í Føroyum
Árligi ríkisfundurin verður eisini í næstu viku, og nýggja uttanríkis- trygdar- og verjupolitiska samstarvsráðið hevur sín fyrsta fund
Samstundis sum Mette Frederiksen er á almennari vitjan í Føroyum, verður árligi ríkisfundurin millum forsætisráðharran, løgmann og grønlendska landsstýrisformannin.
 
02.06.2022 - 14:32

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og maður hennara, Bo Tengberg, koma til Føroya á almenna vitjan, frá 7. til 9. juni. Løgmaður er vertur fyri vitjanini.

Í tíðindaskrivi sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður:

"Vit eru í einari broytingartíð. Russiska álopið á Ukraina 24. februar setur nýggj krøv til samstarvið í ríkisfelagsskapinum. Hetta er fyrstu ferð vit hittast, síðani kríggið brast á. Tí eru fleiri týdningarmikil mál at umrøða, bæði millum Føroyar og Danmark, men eisini í mun til trygdarstøðuna í Europa."

Fyrrapartin týsdagin 7. juni er fundur millum løgmann og danska forsætisráðharran í Tinganesi. Eftir ein stuttan tíðindafund, fara løgmaður og danski forsætisráðharrin á vitjan á Glasi.

 

Út í Koltur

Seinnapartin gongur leiðin út í Koltur, har greitt verður frá Koltursætlanini. Um kvøldið fara løgmaður og forsætisráðharrin til landsdyst á Tórsvølli, har Føroyar og Luksemborg spæla.

Mikudagin 8. juni verður fyrst vitjað hjá Ocean Rainforest í Kaldbak. Síðani verður vitjað hjá Bakkafrosti á Glyvrum, áðrenn leiðin gongur til Klaksvíkar. har borgarstjórin í Klaksvíkar Kommunu, Karl Johansen. tekur í móti.

 

Ríkisfundur

Hósmorgunin 9. juni verður árligi ríkisfundurin millum løgmann, danska forsætisráðharran og grønlendska landsstýrisformannin. Ríkisfundurin verður í ár hildin í Hoyvíksgarði í Hoyvík.

Seinni sama dag verður fyrsti fundur í nýggja uttanríkis- trygdar- og verjupolitiska samstarvsráðnum, har fleiri ráðharrar úr Danmark og landsstýrisfólk úr Grønlandi luttaka. Tíðindafundur verður í Tinganesi eftir fundin.

Mette Frederiksen og Bo Tengberg fara av landinum aftur hóskvøldið. Hetta er aðru ferð, at Mette Frederiksen er á almennari vitjan í Føroyum. Hon var eisini her í november 2019.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094