Drongurin funnin í øllum góðum

Drongurin funnin í øllum góðum
Amin Zelealem Kassa, sum løgreglan eftirlýsti á middegi, er funnin í Leirvík
 
03.06.2022 - 15:28

12 ára gamli, Amin Zelealem Kassa, er funnin í øllum góðum í Leirvík.

John Martin Olsen, vaktleiðari á politistøðini í Havn, sigur við Kringvarpið, at drongurin hevur tað gott. Meira kann hann ikki siga um nærri umstøðurnar.

Nú fer løgreglan at tosa við drongin og foreldur hansara.

Sambært John Martin Olsen, kann tað koma upp á tal, at sosialu myndugleikarnir koma uppí leikin, men tað er ikki vist.

Løgreglan eftirlýsti á middegi Amin Zelealem Kassa, sum ikki var sæddur síðani nátturðatíð í gjárkvøldið í Norðragøtu.

Men nú er drongurin funnin í øllum í Leirvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444