Grønland: Tilgongdin til amt skal endavendast

Grønland: Tilgongdin til amt skal endavendast
Nevnd skal kanna, um Danmark fylgdi øllum krøvum hjá ST, tá Grønland í 1953 fór frá at vera hjáland til amt
Doris J. Jensen í Siumut átti uppskotið um kanningarnevndina, sum landstingið einmælt samtykti.
Mynd: Sermitsiaq  
 
07.06.2022 - 10:10

Nú skal tilgongdin, tá Grønland í 1953 bleiv eitt amt í Danmark, endavendast.

Landstingið ætlar at seta eina nevnd at kanna, um Danmark fylgdi øllum krøvum hjá ST, tá Grønland í 1953 fór frá at vera hjáland til amt. 

Kannast skal millum annað, um mannarættindasáttmálin var hildin út í æsir. 

Nógv bendir á, at Danmark ikki gav grønlendingum allar upplýsingar um møguleikarnar hjá Grønlandi í framtíðini.

 

Stungið í bakið

Danmark gav ikki ta vegleiðing, sum ST krevur í slíkum føri.

Grønland var stungið í bakið, sigur Doris J. Jensen í Siumut, sum eigur uppskotið um kanningarnevndina.

Landstingið samtykti einmælt uppskotið.

Í 2007 kom ein frágreiðing frá Dansk Institut for Internationale Studier um tað, sum hendi í 1953, tá Grønland gavst at vera hjáland.

Men hon er ikki fullkomin, er niðurstøðan hjá lógarnevndnini hjá landstinginum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
RagnarRokk 22.januar 2026
201523
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Mads Erlend Ystmark um LÜT
201518
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Rod Usher um Alienated
201517
Hósdag 22. januar
Kvørnin: Trý nýggj stakløg
203086
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839