Zelenskyj hartar Týskland

Zelenskyj hartar Týskland
Scholz eigur at vissa Ukraina um, at Týskland stuðlar Ukraina, sigur ukrainski forsetin
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, vil hava Týskland at taka støðu.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
14.06.2022 - 08:38

Ukrainski forsetin, Volodymir Zelenskyj, heitir á týska samveldiskanslaran, Olaf Scholz, um at taka greiða støðu til kríggið við Russland.

Tað skrivar NTB.

- Vit hava brúk fyri, at Scholz vissar okkum um, at Týskland stuðlar Ukraina. Hann og stjórn hansara mugu taka støðu, segði Zelenskyj í gjár við týsku ZDF-sjónvarpsrásina.

Partur av atfinningunum hjá Zelenskyj er, at hann heldur, at Týskland má gevast við at hava javnvág í viðurskiftunum við Russland og Ukraina. 

 

Olaf Scholz er týskur samveldiskanslari. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Drálar við at senda vápn

Í samrøðuni sigur ukrainski forsetin, at Týskland m.a. drálaði við at senda Ukraina vápn.

Scholz hevur hinvegin fyrr víst aftur skuldsetingunum um vápn.

- Vit vilja senda øll vápn, sum eru góðkend, segði Scholz, sambært NTB.

Týski samveldiskanslarin leggur aftrat, at ukrainar fyrst mugu læra at brúka útgerðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817