Uffe Ellemann-Jensen deyður

Uffe Ellemann-Jensen deyður
Ein av týdningarmestu politikarunum í danskari søgu, Uffe Ellemann-Jensen, er deyður eftir langa sjúkralegu
 
19.06.2022 - 10:22

Ein av týdningarmestu politikarunum í danskari søgu, Uffe Ellemann-Jensen, er deyður eftir langa sjúkralegu, 80 ára gamal.

Uffe Ellemann- Jensen var formaður í Vinstra-flokkinum í fjúrtan ár, og man vera best kendur sum danskur uttanríkisráðhari frá 1982 til 1993 í stjórnini hjá Poul Schlüter.

Hann gjørdist ongantíð forsætisráðharri, hóast tað var líka við í 1998, tá íð hann tapti móti Poul Nyrup Rasmussen og danska javnaðarflokkinum. Tað var millum annað valið í Føroyum, sum gjørdi, at hann ikki vann ta ferðina. Stutt eftir fór hann frá sum formaður og Anders Fogh Rasmussen tók við leiðsluni í Vinstra-flokkinum.

Gavst í politikki

Eftir at hann fór úr politikki í 2001, var hann íðin politiskur viðmerkjari til tað síðsta og tók millum annað lut í kjakinum um donsku verjufyrivarnini, sum vóru til fólkaatkvøðu herfyri.

Uffe Ellemann-Jensen er pápi at fýra børnum, og tey kendastu eru núverandi formaðurin í Vinstra, Jakob Ellemann-Jensen og Karin Ellemann Jensen, sum eisini er virkin í politikki og er fyrrverandi ráðharri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666