Fegnast um, at Ukraina hevur biðið um ES-limaskap

Fegnast um, at Ukraina hevur biðið um ES-limaskap
Mette Frederiksen hevur hildið røðu fyri ukrainska lóggávutinginum í dag
Av trygdarávum var hildið loyniligt, at Mette Frederiksen skuldi halda røðu í ukrainska lóggávutinginum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
21.06.2022 - 14:28

Stundin er komin til, at evropeisku londini í verki vísa, at virði sum friður, fólkaræði og rættvísi ikki bara eru orð.

Tað legði danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, áherðslu á, tá hon í dag helt røðu fyri lóggávutinginum í Ukraina.

Av trygdarávum var tað hildið loyniligt, at Mette Frederiksen skuldi halda røðu í lóggávutinginum í Ukraina.

Í røðuni segði danski forsætisráðharrin, at hon fegnast um, at Ukraina hevur søkt um limaskap í Evropasamveldinum.

 

Putin ikki ímóti

Russiski forsetin, Vladimir Putin, setur seg ikki upp ímóti ukrainska ES-limaskapinum, men tað fer at hava sín kostnað, sigur hann.

Fleiri valdmikil lond í Evropa stuðla umsóknini hjá Ukraina, teirra millum Týskland, Frakland, Italia og Rumenia.

Mette Frederiksen er tann fjórði stjórnarleiðarin, sum heldur røðu fyri lóggávutinginum í landinum, síðani russisku innrásina 24. februar.

Hinir tríggir stjórnarleiðararnir eru hollendski forsætisráðharrin, Mark Rutte, pólski Mateusz Morawiecki, og bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610