Tvær milliónir til vesi á Syðradali

Tvær milliónir til vesi á Syðradali
Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Beintu Løwe, løgtingskvinnu
Arbeitt verður við at betra umstøðurnar hjá ferðafólki við ferjuleguna á Syðradali, sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður.
 
21.06.2022 - 11:06

Ætlanin er at brúka umleið tvær milliónir krónur til at gera eitt bíðirúm við vesi við ferjuleguna á Syðradali. 

Tað upplýsir Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í einum svari til fyrispurning frá Beintu Løwe, tingkvinnu fyri Tjóðveldi. 

Landsstýrismaðurin sigur, at arbeitt hevur verið við at betra umstøðurnar hjá ferðafólki við ferjuleguna, og er tað í hesum sambandi, at tvær milliónir skulu brúkast. 

Í svarinum verður víst á, at ætlanin er at taka málið upp um at játta pening til endamálið í sambandi við fíggjarlógaruppskotið fyri 2023.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655