Jarðskjálvti í Afganistan kravt í minsta lagi 1.000 mannalív

Jarðskjálvti í Afganistan kravt í minsta lagi 1.000 mannalív
Vánalig samskiftisviðurskifti gera bjargingararbeiðið torført
Hetta er ringasti jarðskjálvti í Afganistan í 20 ár. 3.000 hús eru løgd í oyði.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
23.06.2022 - 13:41

Trupult er at sleppa framat særdu fólkunum nógvastaðni í Afganistan eftir harða jarðskjálvtan fyrranáttina, sum hevur kravt meira enn 1.000 mannalív.

Tað skrivar sjónvarpsrásin, Al Jazeera í dag.

Vánalig samskiftisviðurskifti gera bjargingararbeiðið torført, sigur ein talsmaður fyri bjargingarliðið í harðast rakta økinum í Paktika, skrivar Reuters.

Ógreitt er, hvussu nógv fólk doyðu í jarðskjálvtanum.

BBC sigur, at talið á deyðum er farið upp um 1.000, men tíðindastovan Ritzau sigur, at minst 1.500 fólk hava latið lív higartil.

 

Stjórnin í Afganistan biður nú heimssamfelagið um hjálp eftir ringa jarðskjálvtan. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

 

1.000 fólk særd

Í minsta lagi 1.000 fólk eru særd í jarðskjálvtanum, og meira enn 3.000 hús eru javnað við jørðina.

Tað sigur talsmaðurin fyri bjargingarliðini.

Fleiri neyðhjálparstovnar eru í Afganistan, men stjórnin í landinum biður nú heimssamfelagið um hjálp eftir ringa jarðskjálvtan.

Jarðskjálvtin var mátaður til 5,9 á Richter-stiganum, og er tann ringasti í Afghanistan í 20 ár.

 

Ein tyrla hevur verið við hjálp til neyðstødd eftir jarðskjálvtan. (Mynd: Ritzau Scanpix)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444