Framvegis lítið at fáa

Framvegis lítið at fáa
Partrolararnir hava framvegis smáligt fiskarí sambært Fiskamarknaðinum
Lítið er at fáa hjá trolarunum.
 
26.06.2022 - 11:57

Partrolararnir hava framvegis smáligt fiskarí sambært Fiskamarknaðinum.

Fimm pør eru úti. Tey flestu avreiða nú í vikuni. 

Tvey pør fiska gulllaks.

Eitt lítið línuskip er á Føroya banka. Eitt frystilínuskip er á Føroya grunninum, tvey eru á Flemish Kap.

Hini línuskipini liggja. 

Góður streymur og gott veður

Um útróður verður sagt, at streymurin verður hampuligur, og veðrið verður gott, so Fiskamarknaðurin væntar nakað av útróðri í vikuni, sum kemur. Fiskaríið er tó smáligt. Bátarnir fáa mest hvíting.

Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva í bretskum sjógvi. Ein djúpvatnstrolari liggur.

Tríggir trolbátar eru á landleiðini, og ein er norðanfyri.

Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er smáligt.

Tvey fiska havtasku. Fiskaríið er misjavnt, sigur Fiskamarknaður Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938