Enn røkist ikki fyri nøkrum public service-sáttmála

Um KVFBloggur
Enn røkist ikki fyri nøkrum public service-sáttmála
Hóast public service-sáttmálin fór úr gildi 1. januar 2021, er ongin nýggjur sáttmáli undirskrivaður
 
29-06-2022

Public service-frágreiðingin fyri 2021 er latin UMMR. Í frágreiðingini, sum er 39 síður, skrivar kringvarpsstjórin, Ivan Hentze Niclasen, m.a. soleiðis í fororðinum:

“Hóast public service-sáttmálin fór úr gildi 1. januar 2021, er ongin nýggjur sáttmáli undirskrivaður. Tað er eyðsæð, at fíggjarliga grundarlagið undir Kringvarpinum treytar, hvussu framsøkin komandi public service-sáttmálin verður. Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur ásannað avbjóðingina at fáa politiskan meiriluta fyri, at ein prístalsjavning verður sett í gildi fyri Kringvarpið, og at játtanin kann fylgja við lønarvøkstrinum. Um ongin loysn verður funnin, verður Kringvarpið niðurlagað, so hvørt lønir og prísir hækka. 

Hetta er ikki haldgott. Ávirkanin uttaneftir frá stóru stroymingarrisunum hevur ongantíð verið størri enn nú. Miðlavanarnir broytast, og føroyska málið, mentanin og savningarmegin eru undir trýsti. Tí er alneyðugt hjá Føroyum at hava eitt dygdargott føroyskt loftmiðlatilboð”!

Øll frágreiðingin kann lesast her.
 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762

Um kvf css