Eym mál á breddan

Um KVFBloggur
Eym mál á breddan
Viðmerking frá tíðindaleiðara, Georg L. Petersen
 
06/30/2022 - 12:18

Herfyri var ein skjótt 50 ára gamal dómur í USA tikin fram aftur í hægstarætti við tí úrsliti, at rætturin til fosturtøku varð broyttur í stóra landinum fyri vestan, sum ofta hevur verið ímyndin av einum væl virkandi fólkaræði. Frá at vera galdandi fyri alt samveldið, er tað nú upp til lóggevararnar í einstøku statunum at taka støðu til, um fosturtøka skal vera loyvd ella ei. Hetta elvdi til mikla øsing og kjak, sum eisini tók seg upp í Føroyum.

Hetta er eitt eymt mál í Føroyum, sum vit í nógv ár ikki hava viljað kjakast um. Havi sjálvur við mínum royndum í yrkinum verið vitni til, hvussu trupult tað kann vera at taka fram. Fleiri royndir hava verið gjørdar, men har hevur verið so lítið faktuelt at halda seg til. Hagtøl hava ikki verið, eingin hevur viljað staðið fram, og bæði tey, sum eru ímóti fosturtøku, og tey, sum eru fyri fríari fosturtøku, hava hildið seg aftur. Báðir partar hava verið bangnir fyri, at ein broyting kundi ganga teimum ímóti, og tá er best at tiga. Hevur onkur politikari so dittað sær at taka spurningin upp í eini viðmerking, er viðkomandi ofta nærum farin undir heilt, tá vit hava roynt at fylgt tí upp.

Miðlarnir hava kanska ikki verið nóg áhaldnir og kanska ikki havt neyðuga orkuna, sum hevur verið brúkt til okkurt annað í staðin.

Í hesi vikuni valdu vit í Kringvarpinum tó at taka málið upp. Fyri at seta hol á eitt kjak, byrjaðu vit í vikuni við einum innslagi í Degi og viku. Vit greiddu fyrst frá málinum í USA, og hvat tað hevði havt við sær, og síðan bóðu vit Hallberu West, adjunkt í stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetri Føroya, sum gest í sjónvarpsstovuna at svara nøkrum spurningum, sum vónandi kundu gera okkum nakað klókari at fara víðari við í einum kjaki. Vit spurdu, hví avgerðin hjá hægstarætti í USA hevði so stóran týdning, hví fólk reageraðu, sum tey gjørdu, og hví kjakið nú eisini tók seg upp í Føroyum.

Heilt grundleggjandi spurningar, sum hvørki tóku støðu fyri ella ímóti fosturtøku.

Kjakið tykist hava flutt seg nakað í Føroyum. Tey einastu, sum til fyri stuttum javnan hava gjørt vart við seg á økinum, hava verið tey, sum eru ímóti fosturtøku. Tað er gjørt umvegis felagsskapin ProVita. Nakað síðan sá tó ein annar felagsskapur dagsins ljós, Frítt Val, sum er fyri fríari fosturtøku. Tað tykist, sum at tey, ið eru fyri fríari fosturtøku, ikki longur eru líka bangin fyri eini herðing av lóggávuni, sum tey hava verið.

Tá tílík eym mál koma á breddan, er tað lætt at lata nøkur skot av móti miðlum og journalistum, sum verða løgd undir at renna ørindi fyri annan partin. Leitað verður eftir orðum og vendingum, sum kunnu seta til dømis Kringvarpið og journalistar í ringt ljós. Eitt gamalt og ódámligt vápn, sum skjótt kann køva eitt fólkaræðisligt kjak.

Hetta kom millum annað til sjóndar í eini viðmerking frá Jógvani á Lakjuni, løgtingsformanni. Fyrstu orðini eru: “Ofta spyrji eg meg sjálvan, um orðið ‘journalistur’ er tað rætta at brúka um summi tíðindafólk, og um ikki orðið ‘aktivistur’ heldur er tað rætta! Í gjárkvøldið, 27.06.22, var tað fosturtøka, ið var á skránni í sjónvarpinum! Og tey bjóða sjálvandi bara samsintum í sjónvarpsstovuna!”

Jógvan á Lakjuni tykist ikki hava lurtað eftir samrøðuni, men setir beinavegin journalistin og gestin í bás sum tvey, ið ynskja fosturtøku framda. Ein bíligur háttur at byggja sína egnu viðmerking á. Sum nevnt omanfyri spurdu vit, hví avgerðin hjá hægstarætti í USA hevði so stóran týdning, hví fólk reageraðu, sum tey gjørdu, og hví kjakið nú eisini tók seg upp í Føroyum.

Her var einki fyri ella ímóti – so langt er kjakið ikki komið enn. Har var eingin aktivisma. Jógvan á Lakjuni skal sjálvsagt sleppa at hava sína meining, men tað er skeiv adressa at leggja eftir Kringvarpinum. Rætta adressan eru tey, sum eru fyri fríari fosturtøku. Vit koma bara við kjakpallinum.
Tílíkar viðmerkingar skulu tó ikki køva fólkaræðisliga kjakið, sum alt okkara samfelag byggir á, og sum tað áliggur okkum sum public-service stovni at birta undir. 

Vit mugu ongantíð lata okkum ræða at seta eym mál á breddan – tað er júst har, okkara styrki eigur at vera. Vit mugu ongantíð lata politiskar dagsskráir køva okkara grundleggjandi uppgávu í einum fólkaræði, sum annars er undir hørðum trýsti kring okkum í løtuni.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585

Um kvf css