Póllendingur nýggjur høvuðsvenjari hjá Havnar Svimjifelag

Póllendingur nýggjur høvuðsvenjari hjá Havnar Svimjifelag
Póllendingurin, Maciek Hampel, er nýggjur høvuðsvenjari hjá Havnar Svimjifelag.
Póllendingurin, Maciek Hampel, er nýggjur venjari hjá HS
Mynd: Havnar Svimjifelag  
 
05.07.2022 - 10:04

Havnar Svimjifelag nýggjan høvuðsvenjara. Póllendingurin, Maciek Hampel, er nýggjur høvuðsvenjari hjá Havnar Svimjifelag. 18 umsøkjarar vóru til starvið, boðar Havnar Svimjifelag frá. Maciek Hampel, ið er 57 ára gamal, hevur master útbúgving í Sports Training frá University of Physical Education í Warszawa. Hann kemur úr starvi sum høvuðsvenjari í Akademicki Zwiazek Sportowy í Lodz í Pólandi. Maciek hevur meir enn 30 ára royndir sum svimjivenjari, og hansara svimjarar hava m.a. vunnið heiðursmerkir á europeiskum junior- og senior meistarastevnum og junior heimsmeistarastevnum. Maciek hevur síðan 1999, stórt sæð uttan steðg, verið tengdur at pólska svimjilandsliðnum; seinast í fjør sum venjari til olympisku leikirnar í Tokyo. Í sambandi við at FM á langgeil var í Vági herfyri, var Maciek heima í Føroyum til setanarsamrøðu. Høvi var m.a. eisini at hyggja at svimjing og at hyggja at umstøðunum hjá svimjifelagnum í Gundadali.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891