Lektari: Boris Johnson ikki lív lagað

Lektari: Boris Johnson ikki lív lagað
Lektari á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn heldur, at dagarnir hjá Borisi Johnson sum forsætisráðharri eru um at vera taldir.
 
06.07.2022 - 15:03

Dagarnir hjá Boris Johnson sum bretskur forsætisráðharri eru skjótt taldir. Tað heldur Ole Helmersen, lektari á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn.

Tann eina gølan fyri og onnur eftir fer nú helst at kosta Boris Johnson embætið, er metingin hjá lektaranum, sambært Ritzau.

- Vit eru skjótt komin til endaspælið á tíðini hjá Johnson sum forsætisráðharri, sigur Ole Helmersen, lektari á Copenhagen Business School.

Í mai vann Boris Johnson annars eina álitiskanning í Konservativa flokkinum, sum í evsta føri kann geva honum frið í eitt ár, til ein nýggj álitiskanning verður gjørd.

Men, tað ber eisini til at broyta reglurnar, so eitt misálit verður reist á Boris Johnson, um hann ikki leggur frá sær av sínum eintingum.

Noktar at leggja frá sær

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, noktar at leggja frá sær, hóast fleiri ráðharrar hjá honum eru givnir seinasta samdøgrið.

Hann kennir seg ikki trýstan til at fara úr embætinum, og hann ætlar sær at stríðast fyri stjórnini, sum er í kreppu.

- Skatturin er minkaður, vit hjálpa hálvari milliónum fólkum aftur í starv, og vit fara framhaldandi at hjálpa fólki, segði Johnson, tá ið spyrjitími var í dag.

Spyrjitímin kemur, eftir at fimm ráðharrar í stjórnini hjá Boris Johnson eftir minni enn einum samdøgri hava lagt frá sær í mótmæli.

Kreppa er í stjórnini hjá Boris Johnson, nú 27 fólk í stjórnini hjá honum eru givin eftir minni enn einum samdøgri.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. apríl
Breddin: Arbeiðarafeløgini og 1. mai
207756
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204