Heilsufrøðiliga Starvsstovan stongt tvær matstovur

Heilsufrøðiliga Starvsstovan stongt tvær matstovur
Heilsufrøðiliga Starvsstovan stongdi í síðstu viku La Fiesta í Klaksvík og Joe Pizza á Strondum í samband við ófráboðaðar eftirlitsvitjanir.
 
07.07.2022 - 13:08

Tvey pitsastøð fingu boð um at steingja í stundini, tá Heilsufrøðiliga Starvsstovan í farnu viku var á ófráboðaðum eftirlitsvitjanum. 

Í báðum førum var talan um ikki nøktandi reinføri og manglandi stýring av framleiðsluni, sum var orsøkin til, at matstovurnar fingu boð um at steingja. 

Tað vísir innlit, sum Kringvarpið hevur fingið. 

Talan er um pitsastøðini Joe Pizza á Strondum og La Fiesta í Klaksvík. 

Tvær ferðir á vitjan hjá La Fiesta

Serliga eru tað viðurskiftini í La Fiesta í Klaksvík, sum als ikki eru nøktandi, aftaná at eftirlitið hevur verið á vitjan tvær ferðir. Tí verður spurningur reistur, um staðið skal missa løggildingina. 

Eftir at hava verið á gátt hjá La Fiesta 30. juni staðfesti eftirlitið, at:

"Reinhaldsstøðið er vánaligt og handfaring av mati er ikki nøktandi. La Fiesta varð stongt á staðnum, og kann ikki lata uppaftur fyrr enn viðurskiftini eru í lagi og Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur sýnt viðurskiftini.

Dagin eftir var eftirlitið aftur á vitjan eftir umbøn frá eigaranum, sum metti, at staðið nú var klárt at lata uppaftur. 

Men í staðin fyri at lata staðið uppaftur staðfesti eftirlitið, at: 

"Reinførið er framvegis ikki nøktandi. Starvsfólkið segði seg hava vaskað í nógvar tímar, og umvegis telefon segði stjórin, at fleiri fólk høvdu hjálpt. Hann segði eisini, at tey altíð vaskaðu væl, og at teirra stað var reinari enn onnur pitsastøð".

Á seinnu vitjanini bleiv staðfest millum annað, at:

"(...) flestu flatur framvegis vóru skitnar, deiggjmaskina var framvegis skitin, matarvaskið var ikki vaskað, tað var skitið undir kølieindunum, starvsfólkavesið var framvegis skitið, sama við køli og frystieindum og at hýggj var á pakningi rundan um køliskápshurð." 

Harumframt stóð eisini at: 

"Fleiri ferðir undir eftirlitinum, tá Heilsufrøðiliga Starvsstovan gjørdi vart við skitin støð, varð sagt, at hesi støð vóru vaskað. Eisini varð sagt, at sumt ikki bar til at vaska t.d. deiggjmaskinan. Umboð fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna kundu vísa á, at skónin av skitti á deiggjmaskinuni fekst burtur, um hon varð skavað." 

Løggildingin hjá La Fiesta í vanda

Í metingini skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan, at: 

"Hølini framvegis eru sera skitin, og matvørutrygdin framvegis er í vanda. Harumframt metir Heilsufrøðiliga Starvsstovan, at um virkið kann blíva so skitið, sum tað var á fyrra eftirlitinum, og framhaldandi vera so skitið eftir reingerð, sum tað var á uppfylgjandi eftirlitinum, samstundis sum eigari sigur, at tað verður vaskað hvønn dag, so er reinhaldsskipanin als ikki nøktandi. Tá eigarin harafturat biður Heilsufrøðiligu Starvsstovuna koma at sýna virkið, meðan tað enn er skitið, bendir hetta á, at tað als ikki er greitt fyri La Fiesta, hvat eitt nøktandi ella gott reinhaldsstøði er. Heilsufrøðiliga Starvsstovan metir tí, at á komandi uppfylgjandi eftirlitið eigur tað at verða eftirkannað, um La Fiesta livur upp til løggildingartreytirnar. 

Joe Pizza kann byrja virksemið aftur

Í pitsastaðnum Joe Pizza á Strondum staðfesti eftirlitið eisini fleiri manglar, tá tað bleiv latið aftur. Í frágreiðingini varð staðfest millum annað, at 

"(...) køksamboð og skeribrettir vóru sjónlig dálkað, rørimaskinan til pizzadeiggj var hýggjuskotin, íløt til pizzatoppings vóru skitin, starvsfólk ikki høvdu møguleika at vaska sær um hendurnar, og gamal matur bleiv ikki burturbeindur, tí eingin ruskbingja var tøk."

Tí staðfesti eftirlitið, at: 

"Framleiðslan av mati undir hesum umstøðum ger, at vandin fyri dálking er øktur, sum kann gera at liðugtvøran verður óegnað til fólkamat."

Men longu dagin eftir var eftirlitið aftur á vitjan og kundi tá staðfesta, at neyðugar ábøtur vóru gjørdar, so at reingerðin nú var nøktandi. Tí kundi matstovan byrja virksemið aftur. 

Fleiri matstovur stongdar

Hetta er triðju ferð seinasta mánaðin, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur stongt matstovur í Føroyum.

Fyri einum mánaði síðan fekk matstovan NO12 á Tórsvølli í Havn boð um at lata aftur, tí har var ov skitið.

NO12 lat upp aftur dagin eftir, aftaná at tað var blivið gjørt reint.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444