Finst at kunningini hjá Atlantic Airways

12.07.2022 - 12:59
Aktuelt
Finst at kunningini hjá Atlantic Airways
- Tað er ov galið, at kunningin hjá Atlantic Airways ikki er betri, sigur Dánial Hoydal, sum saman við fleiri øðrum ferðafólkum úr Keypmannahavn endaði í Reykjavík.
Flogferðslan seinastu dagarnar hevur verið nógv darvað av bæði mjørka og illveðri. Ferðafólk finnast at flogfelagnum fyri vantandi kunning.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
1538386

- Tað er ov galið, at kunningin hjá Atlantic Airways ikki er betri, tá ið órógv kemur á flogferðsluna, sum nú, tá ið illveður er. Tað sigur Dánial Hoydal, sum mánadagin skuldi koma til Føroya úr Keypmannahavn, men sum mánakvøldið endaði í Íslandi.

Saman við hinum ferðafólkunum mátti hann liggja nátt í Íslandi, men frá Atlantic Airways kom eingin kunning um, nær ferðafólkini í Íslandi sluppu úr Íslandi aftur.

- Trupulleikin var, at tá vit fóru úr flogfarinum, fingu vit einki at vita. Vit vóru koyrd út í ein buss og koyrd til eitt hotel, men har vóru vit eisini slept upp á fjall. Tí eingin á hotellinum visti nakað, hvørki um mat, drekka ella nær, vit skuldu flúgva aftur. 

- Vit fingu eitt SMS, um at eitt flogfar skuldi flúgva klokkan 8 í morgun, men á hotellinum var kunningin, at einans ein bussur skuldi koyra, og hann koyrdi fyrst klokkan 7.45. So har fór panikkur í øll, sigur Dánial Hoydal.

Strandaðu ferðafólkini í Íslandi royndu eisini at ringja til føroyska flogfelagið, men heldur ikki har fekst nøkur kunning, tí vónleyst var at sleppa ígjøgnum.

- Tað undrar meg, at tey ikki megna at loysa samskiftistrupulleikarnar. Mjørkið er einki nýtt fenomen í Føroyum. Seinkingar mugu og kunnu vit liva við, men kunningina eiga vit at fáa, segði Dánial Hoydal ein stutta løtu áðrenn, hann fór umborð á flogfarið til Føroya í morgun.

Harmast um støðuna

Stjórin í Atlantsflogi, Jóhanna á Bergi, sigur, at veðrið hevur darvað ferðsluna nógv seinastu dagarnar, og umleið 3.500 fólk eru ikki komin við ætlaðu fráferðini, tí 20 flogfør ikki eru komin ella farin til tíðina. 

- Vit harmast almikið um støðuna. Vit hava stórar avbjóðingar, nú tá veðrið er so keðiligt, sigur Jóhanna á Bergi. 

Jóhanna á Bergi, Johanna á Bergi

Caption: 
Jóhanna á Bergi er stjóri í Atlantsflogi.
1538406

Tá órógv er á flogferðsluni, hongur kunningin til ferðafólkini saman við, hvørji flogfør eru tøk at flúgva. Tí fær flogfelagið ikki sent nærri kunning út til ferðafólkini, fyrr enn onnur flogfør eru lend. 

- Áðrenn vit vita meira um, nær eitt flogfar kann heinta strandað ferðafólk, má flogfarið fyrst lenda. So tá flogfør ikki lenda, men heldur venda við aftur, henda aftur broytingar í kunningini, greiðir stjóran frá og leggur afturat, at flogfelagið harmast um støðuna hjá ferðafólkunum í Íslandi, sum kendu seg slept upp á fjall.

Atlantic Airways hevur samstarvsfelagar á ferðamálunum hjá flogfelagnum, og hesir skulu eitt nú traðka til og hjálpa, tá ferðafólk tørva gisting, mat og bussflutning. 

- Tað er ein stjór avbjóðing hjá samstarvsfelagunum at finna bæði gisting og bussar, tí vit eru í háárstíð. Trýstið er stórt á allar skipanir í løtuni, sigur Jóhanna á Bergi.

Stjórin í Atlantic Airways veit ikki at siga, nær flogferðslan kemur í rætt lag aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. september
Morgunlestur leygardagur 23. september 2023
162927
Fríggjadag 22. september
Vikuskiftið 22 sept 2023
163195
Fríggjadag 22. september
RagnarRokk: Danny Hynes um New Clear Power
163174
Fríggjadag 22. september
Breddin: Hans Pauli Henryson og Ukraina
163161
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. september
Veðrið
163197
Hósdag 21. september
Vit eru enn til
163137
Hósdag 21. september
Fagnaðarløta fyri Martini Joensen
162865
Týsdag 19. september
Veðrið
163001
Mánadag 18. september
Andakt við Ellindi Abrahamsen
162894