Føroyar vera raktar óbeinleiðis av tollkríggi

Føroyar vera raktar óbeinleiðis av tollkríggi
Føroyar vera raktar óbeinleiðis, um USA leggur 50 prosent eykatoll á vørur úr ES, sum amerikanski forsetin hóttir við, sigur formaðurin í Búskaparráðnum
Johnny í Grótinum er formaður í Búskaparráðnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (Savn)  
 
23.05.2025 - 18:36

Føroyski búskapurin verður raktur óbeinleiðis, um USA leggur 50 prosent eykatoll á vørur úr ES.

Hetta hendir, tá ið evropeiski og amerikanski búskapurin fáa eina ordiliga afturgongd, sigur Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1745263

 

 

Trump Hóttir

Amerikanski forsetin mælir til, at leggja 50 prosent eykatoll á allar vørur, sum verða innfluttar til USA úr ES.

Tollhækkingin skal koma í gildi um níggju dagar, 1. juni.

Sambært Donald Trump er naggatódn komin í handilssamráðingarnar millum ES og USA.

Á sosiala miðli sínum Truth Social skrivar hann.

- Naggatódn er komin í samráðingarnar. Eg mæli tí til ein beinleiðis toll upp á 50 prosent á vørur úr Evropeiska samveldinum, sum skal koma í gildi næsta sunnudag, 1. juni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Mikudag 25. mars
Stoffskiftissjúkur í Føroyum
206183
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167