Innflutnigurin vaksin 2,3 milliardir krónur

Innflutnigurin vaksin 2,3 milliardir krónur
Innflutningurin frá juni 2021 til mai 2022 var 10,7 milliardir krónur, og tað er ein vøkstur upp á 28 prosent samanborið við undanfarna ár.
 
13.07.2022 - 12:56

At oljan er vorðin nógv dýrari, sæst eisini í innflutningstølunum, sum Hagstovan kunnger í dag.

Frá juni 2021 til mai 2022 eru brennievni innflutt fyri 716 milliónir krónur meira enn árið fyri. Vøksturin er 71 prosent. 

Annars var innflutningurin frá juni 2021 til mai 2022 10,7 milliardir krónur. Innflutningurin er 28 prosent størri enn í undanfarna skeiði.

Føroyar útfluttu fyri meira enn eina milliard í mai ár, tá útflutt var fyri eina milliard og 39,2 milliónir krónur. Hetta er meira enn í apríl og nógv meira enn í mai í fjør.

Í apríl í ár var útflutt fyri stívar 850 milliónir krónur, meðan tað í mai í fjør var útflutt fyri 750 milliónir krónur. 

Innflutningurin var eisini omanfyri milliardina í mai. Innflutt var fyri eina milliard og 45,7 milliónir krónur. Tað eru 187 milliónir krónur meira enn í apríl. Og tað eru heilar 290 milliónir meira enn í mai í fjør, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815