Biden á fyrstu vitjanini í Miðeystri

Biden á fyrstu vitjanini í Miðeystri
Vitjanin skal styrkja støðufesti í økinum og ganga ímóti iranskari, russiskari og kinesiskari ávirkan.
Biden lendi í Ísrael mikudagin. Á flogvøllunum tóku ísraelski forsetin, Isaac Herzog (til vinstru), og ísraelski forsætisráðharrin, Yair Lapid (til høgru) móti honum.
Mynd: Amir Cohen/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
14.07.2022 - 08:47

Amerikanski forsetin, Joe Biden, lendi seinnapartin mikudagin í Ísrael, sum er fyrsti steðgurin á ferðini hjá honum í Miðeystri.

Í vikuni fer Biden víðari til Saudiarabia, har hann fer at royna at fáa í lag betri samskifti millum ísraelar og saudiarabar.

Amerikanski forsetin skal fríggjadagin hitta palestinska leiðaran, Mahmoud Abbas, á Vestara Áarbakka.

Hvítu húsini hava sent út eina fráboðan, áðrenn Biden kom til Miðeystur, um tøkniligt samstarv millum USA og Ísrael.

Joe Biden fer ikki at gera eina roynd at fáa glið á fastløstu friðartingingarnar millum ísraelarar og palestinar.

Vitjanin skal styrkja støðufesti í økinum og ganga ímóti iranskari, russiskari og kinesiskari ávirkan.

Biden fer undir vitjanini í Riyadh at streingja á, til tess at fáa Saudiarabia at framleiða meira olju.

Tað verður gjørt í eini vón um at fáa oljuprísirnar niður og minka um inflatiónina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161