- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oyggjadagur 2022 leygardagin
Oyggjadagur 2022 leygardagin
Árligi oyggjadagurin í Tórshavnar kommunu, tá fólk kunnu vitja oyggjarnar í høvuðsstaðarkommununi, verður í morgin, leygardagin.

Í ár ber millum annað til at vitja í Hesti.
15.07.2022 - 15:22
Árligi oyggjadagurin í Tórshavnar kommunu, tá fólk kunnu vitja oyggjarnar í høvuðsstaðarkommununi, verður í morgin.
Undanfarin ár hava fólk havt møguleikan at vitja tríggjar oyggjar, men í ár ber til at vitja í Hesti og Nólsoy, ikki í Koltri.
Oyggjadagurin hevur verið hildin í Tórshavnar kommunu síðani 2015. Okkurt árið er hann kortini vorðin av ongum av ringum veðri ella koronu.
Um veðrið ikki er til vildar til onkran túrin, verða túrarnir avlýstir og peningurin endurgoldin, sigur Visit Tórshavn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























