18 mia. tons av ísi bráðnaðu í tríggjar dagar

18 mia. tons av ísi bráðnaðu í tríggjar dagar
Orsøkin er tann nógvi hitin, sum kemur úr Kanada
Innlandsísurin er 80 prosent av Grønlandi. Hann er 2,9 milliónir rúmkilometrar.
Mynd: KNR  
 
27.07.2022 - 08:50

Í tríggjar dagar, 15., 16. og 17. juli, bráðnaðu 18 milliardir tons av innlandsísinum í Grønlandi, skriva Icenews og CNN.

Hetta er óvanligt og órógvandi, siga vísindafólk.

Orsøkin er tann nógvi hitin, sum kemur úr Kanada.

Mesti hitin var 19,8 stig, tað mesta, sum nakrantíð er mátað har eysturi í Grønlandi.

Innlandsísurin er 80 prosent av Grønlandi. Hann er 2,9 milliónir rúmkilometrar.

Hann er 1,7 milliónir fermetrar og upp í 3,2 kilometrar høgur.

Um allur innlandsísurin bráðnaði, hækkaðu høvini sjey metrar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815