Ferðamannaskip ov vandamikið at sigla við

Ferðamannaskip ov vandamikið at sigla við
Danska ferðamannaskipið Ocean Atlantic, ið skuldi til Grønlands við ferðafólkum, er lagt av norsku sjóferðslumyndugleikunum
Hol var millum annað í skrokkinum á Ocean Atlantic, ið nú er lagt av norsku myndugleikunum
 
10.08.2022 - 09:05

Norsku sjóferðslumyndugleikarnir á Svalbard hava lagt ferðafólkaskipið Ocean Atlantic.

Tað sleppur ikki at fara úr Longyearbýnum við ferðafólkum, tí myndugleikarnir siga, at tað er rætt og slætt ov vandamikið at sigla við skipinum.

Skipið skuldi annars fara til Grønlands. Tað siglir fyri donsku ferðaskrivstovuna Albatros.

KNR skrivar, at Ocean Atlantic skuldi vera í Grønlandi frá 5.august til 12.september.

 

23 álvarslig brek

Norskir myndugleikar hava funnið 23 álvarslig brek, og tí hevur skipið fingið siglingarforboð.

Ocean Atlantic er bygt í 1985.

Tað var endurnýggað í 2017. Skipið tekur 198 ferðafólk.

 

Hol í skrokkinum

Tá skipið var við Svalbard kom hol á skrokkin.

Hendingin var ikki fráboðað, siga norska sjóvinnustýrið.

Í mai funnu myndugleikarnir í Skotlandi 52 brek hjá Ocean Atlantic.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815