Á veg til Havnar við 1041 undirskriftum

Á veg til Havnar við 1041 undirskriftum
Tey, sum hava tikið stig til at savna undirskriftir, krevja, at Smyril fer ikki í dokk, fyrr enn Strandferðslan hevur útvegað hóskandi avloysaraskip
Stigtakararnr krevja, at Smyril skal ikki fara í dokk, fyrr enn hósskandi skip er funnið til suðuroyarsiglingina.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.08.2022 - 11:33

Suðuroyingar eru á veg til Havnar við Smyrli at handa landsstýrismanninum í fíggjar- og samferðslumálum undirskriftir, sum mótmæla handfaringini av suðuroyarleiðini.

1.041 undirskriftir eru savnaðar talgilt.

Stigtakararnir krevja, at Uni Rasmussen, landsstýrismaður, gevur Strandferðsluni boð um, at Smyril fer ikki í dokk, fyrr enn Strandferðslan hevur útvegað eitt hóskandi avloysaraskip, sum er á stødd við Smyril, og sum kann sigla líka skjótt og flyta líka nógvar bilar, ferðafólk og farm um Suðuroyarfjørð sum Smyril.

Kravt verður eisini, at landsstýrismaðurin tekur stig til, at alment partafelag verður stovnað í inniverandi ári at fyrireika Suðuroyartunnilin. Og at fígging verður útvegað og neyðuga játtanin verður avsett á fíggjarætlanini fyri 2023 soleiðis, at koyrandi verður til og úr Suðuroynni í 2030.

Undirskriftirnar verða í Tinganesi seinnapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672