730 børn byrja í 1. flokki

730 børn byrja í 1. flokki
Børnini, sum byrja í 1. flokki í morgin, eru næstan øll fødd í 2015
Nú byrjar nýtt skúlaár. 730 børn fara í 1. flokk. (Mynd: Hagstovan)
 
17.08.2022 - 08:38

Í morgin fara umleið 730 børn í 1. flokk, upplýsir Hagstovan.

Tað eru 35 børn færri enn í fjør, ella 4,6 prosent. Í fjør byrjaðu 765 børn 1. flokki.

Børnini, sum byrja í 1. flokki í morgin, eru næstan øll fødd í 2015. 610 børn vóru fødd í Føroyum í 2015.

 

Fleiri flyta til Føroya

Í ár, sjey ár seinni, eru tey 120 fleiri børn, tí fleiri eru flutt til Føroya. Vøksturin er næstan 20 prosent, sigur Hagstovan.

Seinasta árið hevur nettoflytingin til Føroya verið 535 fólk.

Nettoflytingin er munurin millum teirra, sum flyta úr Føroyum, og teirra, sum flyta til Føroya.

 

13 gentur, sum fara í 1. flokk í morgin, eita Eva, og tíggju dreingir eita Jónas. (Mynd: Hagstovan)

 

Eva og Jónas

Flestu gentur í 1. flokki eita Eva, og tær eru 13 tilsamans. Næstflestar eita Ester og Mia.

Flestu dreingir eita Jónas, teir eru tíggju tilsamans. Næstflestir eita Lukas.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672