Cheney tapti uppstillingarval í Wyoming

Cheney tapti uppstillingarval í Wyoming
Liz Cheney hevur verið millum teir republikanararnar, sum hava funnist harðast at Donald Trump, fyrrverandi forseta
Liz Cheney tapti uppstillingarvalið í Wyoming.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
17.08.2022 - 10:24

Veljarar í amerikanska statinum, Wyoming, vrakaðu í gjár í tingkvinnuna, Liz Cheney, á uppstillingarvalinum upp undir kongressvalið, sum verður seinni í ár. Liz Cheney er dóttir fyrrverandi amerikanska varaforsetan, Dick Cheney.

Í staðin vann Harriet Hageman stórsigur í gjárkvøldið, og verður sostatt republikanska valevnið í statinum á valinum í november. Hon fekk 66 prosent av atkvøðunum, meðan Liz Cheney fekk 29 prosent. 

Liz Cheney hevur verið ein av mest atfinningarsomu røddunum í republikanska flokkinum móti fyrrverandi forsetanum, Donald Trump. Hon var eitt av tíggju tingfólkum, sum atkvøddu fyri einum ríkisrætti móti Trump, og var partur av serligu 6. januar-kanningarnevndini. 

 

Harriet Hagemann vann uppstillingarvalið hjá republikanarunum í Wyoming. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Óskrivað blað

Harriet Hageman er hinvegin eitt óskrivað blað í amerikanskum politikki, men fekk stuðul frá Donald Trump í valstríðnum.

Úrslitið merkir, at bara tvey av teimum tíggju republikansku tingfólkunum, sum atkvøddu fyri einum ríkisrætti móti Donald Trump, stilla uppaftur í november. Fýra av teimum eru vrakað í uppstillingarvalunum, meðan fýra onnur ikki tóku við afturvali.

- Wyoming er ein statur, sum stuðlar Donald Trump, sigur Lasse Engelbrecht, journalistur í danska kringvarpinum:

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

 

 


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Fríggjadag 13. juni
Breddin: Støðan í Gasa
193232
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. juni
Veðrið
193263
Mikudag 11. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193101
Týsdag 10. juni
Veðrið
193072
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984