1100 metrar eftir at bora í báðum bergholunum

1100 metrar eftir at bora í báðum bergholunum
Bergholini norður um Fjall skulu vera liðug á heyst í 2024
3.000 metrar eru boraðir í báðum bergholunum norður um Fjall.
Mynd: Landsverk.  
 
22.08.2022 - 08:39

Nú eru 3.000 metrar sprongdir í bergholunum norður um Fjall. Slakir 1.100 metrar eru eftir.

Í Árnafjarðarbergholinum eru sprongdir 1.370 metrar, har eru 520 metrar eftir.

Í Hvannasundsbergholinum eru sprongdir 1.630 metrar, har eru 565 metrar eftir. Fyrsta skotið var latið av 30.september í fjør.

 

522 mió. kr. 

Løgtingið hevur játtað 522 milliónir kr. til bergholini norður um Fjall, sum skulu vera liðug á heysti í 2024.

Bæði bergholini vera borað úr Árnafirði.

Byggifelagið Articon ger arbeiðið, og arbeitt verður alt samdøgrið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329