Veðurstøðir virka aftur um nakrar mánaðir

Veðurstøðir virka aftur um nakrar mánaðir
Árni Skaale, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni
Veðurstovan hevur m.a. mælt til at flyta veðurstovuna í Mykinesi til tyrlupallin, tí tað fer at tæna bygdini, ferðafólkavinnuni og tyrluferðsluni betur. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.08.2022 - 09:19

Um tveir ella tríggjar mánaðir virka veðurstøðirnar í Mykinesi, Fugloy og á Eiði aftur.  

Nýggjar og sterkar mastrar eru umbidnar og verða latnar um miðjan september. 

Í Mykinesi er ætlanin at flyta veðurstøðina til tyrlupallin, tí Veðurstovan heldur, at tað fer at tæna bygdini, ferðafólkavinnuni og tyrluferðsluni betur. 

Fólk, sum kenna viðurskiftini hjá smábátum, hava ikki avvíst, at hendan loysnin kann brúkast hjá teimum. 

Í Fugloy er eisini ætlanin at flyta mastrina.

Men á Eiði verður nýggj mastur sett upp á sama stað sum tann gamla stóð. Hon datt niður í fjør heyst. 

Tað sigur Árni Skaale, landsstýrismaður, í svari til Jørgen Niclasen, løgtingsmann, sum spurdi, nær veðurstøðirnar í Mykinesi, Fugloy og á Eiði fara at virka aftur.


Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, spurdi landsstýrismannin í fiskivinnumálum um veðurstøðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053