Trump setti trygdina í váða

Trump setti trygdina í váða
FBI hevði illgruna um, at Donald Trump hevði fleiri loynilig skjøl, men fyrrverandi amerikanski forsetin vísir øllum aftur
Donald Trump, fyrrverandi forseti, sigur, at FBI breyt inn í húsini í Florida.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
29.08.2022 - 09:03

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, setti amerikansku trygdina í váða.

Tað stendur í redigeraða grundarlagnum undir húsarannsóknini herfyri í heiminum hjá Trump í Florida, sum amerikanska løgmálaráðið hevur almannakunngjørt.

Amerikanska samveldispolitiið, FBI, hevði illgruna um, at fleiri skjøl, sum vórðu stemplað loynilig, vóru við heima hús hjá Trump, og samstundis stúrdu myndugleikarnir fyri amerikansku trygdini.

Donald Trump vísir hinvegin øllum aftur, og sigur seg einki skeivt hava gjørt:

- Tey brutu inn heima hjá mær og komu hagar við hópin av FBI-agentum, júst sum miðskeiðisvalið skuldi vera, og eftir at eg hevði havt bestu meiningakanningar nakrantíð, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV