Fleiri nýggjar sendingar á vetrarskránni

Um KVFBloggur
Fleiri nýggjar sendingar á vetrarskránni
Vetrarskráin í Kringvarpinum byrjar mánadagin 5. september, og eins og undanfarin ár er nógv gott og fjølbroytt tilfar á skránni
 
09/01/2022 - 10:51

Vetrarskráin í Kringvarpinum byrjar í næstu viku, og eins og undanfarin ár er nógv gott og fjølbroytt tilfar á skránni. Tú kanst hugdýpa teg í longri poddvarpsrøðum, lata teg kveikja av stórum dokumentarsendingum ella bara murra við til góðu rútmurnar í útvarpinum. Hetta kanst tú gera saman við øðrum ella fyri teg sjálvan, júst tá tú hevur hug. Tí kringvarpstilfarið er alt tøkt á kvf.fo og á fleiri øðrum pallum, umframt at vit eisini halda fram við føstu senditíðunum – í útvarpinum og sjónvarpinum.

Tað hevur týdning fyri okkum, at tú, sum lurtari og hyggjari, altíð finnur okkurt, sum er viðkomandi fyri teg. At tú, eftir at hava sæð ella hoyrt eina sending hjá Kringvarpinum, hugsar, at hetta var vert at brúka tíð uppá. At tú gjørdist klókari, bleivst undirhildin ella bara fekst okkurt at hugsa um. Sama, hvar tú ert, ella hvør tú ert.

Mentan – í breiðum høpi

Mentan er eitt av fokusøkjunum hjá Kringvarpinum, og vetrarskráin 2022/2023 er á tremur við sendingum innan fyri mentanarøkið – bæði í sjónvarpinum og útvarpinum. Á útvarpsøkinum kann nýggja sendingin Ljóarin, sum verður send tvær ferðir um vikuna, týsdag og hósdag frá kl. 16-18, nevnast. Nón sum sending fer í søguna, men sama góða redaksjón mannar Ljóaran. Talan er um eina sending, ið byggir á forvitni og upplýsing, har mentan og samfelag eru karmurin.

Týsdagurin viðger oftast eitt evni, har vit viðgera menniskju og samfelag, og vit útgreina rák og hendingar í tíðini og søguliga. Hósdagurin er settur av til mentan burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdningi, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leik-, mynd- og byggilist.

Talan er um gløgt útvarp, har vit reflektera, perspektivera, greina, upplýsa, spyrja og undirhalda.


Vit hava leingi ynskt okkum meira lív í skránna beint aftan á døgurða, og tí fara vit sum nakað nýtt at hava beinleiðis sendingar tveir dagar um vikuna, mikudag og fríggjadag seinnapart. Hesar sendingarnar fara at hava ein lættan dám við samrøðum, tónleiki, hugna og onkrum hendinga kappingum.

Góðan Morgun Føroyar verður framvegis tann góða, gamla og er á skránni hvønn gerandismorgun frá kl. 7.35, men sendingin verður kryddað við fleiri nýggjum tættum. Millum annað verður eitt fríggjadagspanel, sum fer at viðgera hendingar í vikuni, og eisini verður ein lesiringur, har lurtarar kunnu lesa saman við vertunum.

Fleiri sendingar, sum vit kenna, eru á skránni, m.a. Við Tórði á Túri og Málteigurin. Styttri røðir við ymiskum evnum, einamest gjørdar av fríyrkisfólki, eru eisini partur av skránni í vetur. Vikuskiftini bjóða m.a. upp á Brunsj, Credo og Meg Minnist.

Í sjónvarpinum eru dokumentarsendingar hvørt hóskvøld. Evnini eru fjølbroytt innan fyri m.a. mentan, søgu, siðsøgu og samfelag. Í vetur kunnu vit m.a. gleða okkum til væl umtókta Spískamarið, sendingar um ríkisfelagsskapin og um kreppuna, sum rakti fyri 30 árum síðani. Umframt føstu sendingarnar sendir Kringvarpið í hesi vetrarskránni eisini frá nógvum tiltøkum og hendingum. T.d. frá handanini av Geytanum, Heystfagnaði, Nýggjárskonsertini, ítróttakappingum o.m.a.

Børn og ung

Kappingin um uppmerksemið og tíðina hjá børnum og ungum er ovurhondsstór. Og Kringvarpið hevur tí seinnu árini raðfest hetta økið høgt. Í sjónvarpinum verður sent hvørt kvøld við blandaðum tilfari. Millum annað fara Angela og Hannibal aftur at fáa smílini fram á børnunum, vit fara at syngja í Látiløtuni, og væl umtókta Sakin verður aftur á skránni hvørt fríggjakvøld. Í barnaútvarpinum eru søgur, prát og spennandi leikir. Allar sendingarnar finnur tú á barnasíðuni kvf.fo/vit


Børnini kunnu gleða seg til, at Angela og Hannibal aftur verða at síggja á skíggjanum í vetur. 


Ungdómssíðan BIIT.fo, har ung framleiða til ung, er framvegis virkin og væl vitjað, og ein rúgva av poddum, greinum og videotilfari eru tøk. Nógv umhildna Gentuvesið heldur fram, og ein nýggj aktualitetssending verður eisini á skránni í útvarpinum, har aktuel mál verða viðgjørd úr einum ungdómsligum sjónarhorni.

Alt tilfarið hjá Biit er at finna á biit.fo og á Spotify.

Átrúnaður

Kringvarpið eigur at bróta upp úr nýggjum og bjóða av, men tað meira siðbundna tilfarið eigur eisini sítt fasta pláss á sendiøkinum. Hvønn gerandismorgun er Morgunlesturin í útvarpinum, og sunnudagar eru gudstænastur beinleiðis í útvarpi og sjónvarpi. Hetta Heilaga Evangeliið og andaktir eru eisini hvørt vikuskifti. Um høgtíðirnar eru konsertir og møtir, og sent verður frá t.d. samfelagsmøtum, útigudstænastu o.s.fr.

Tónleikur

Tónleikur fyllir nógv – serliga í útvarpinum – og hvørja viku er ein long røð av tónleikasendingum – einar fimtan í tali – á skránni. Føroyski tónleikurin fyllir uml. 50% av spælda tónleikinum, og tí eru vit errin av. Í sjónvarpinum byrjar árið við Nýggjárskonsertini og FMA, og síðan sendir sjónvarpið fleiri ymiskar konsertir ígjøgnum árið. Í Luftini er samstarv við FMX (Faroese Music Export), har upptøkur verða gjørdar við útgávuaktuellum bólkum. Jólakonsert í Salt á Tvøroyri er eisini á skránni.


LEITISSTEIN, ið er ein av mongu tónleikasendingunum í útvarpinum, er eisini á skránni í vetur, tá sendingin verður send týskvøld klokkan 21, og so endursend hósdagar millum klokkan 13 og 15. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen



Barbara Samuelsen er leiðari á deildini Mentan.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887

Um kvf css