- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tjóðveldi: Loftrúmið skal yvirtakast á grækarismessu

Uppskotið um at yvirtaka loftrúm og flogferðslu er enn einaferð í løgtinginum.
Tjóðveldi hevur uppskot um, at lógin um yvirtøkuna kemur í gildi á grækarismessu næsta ár.
Flokkurin sigur, at landsstýrið í Grønlandi hevur gjørt avtalu við Danmark um at taka grønlendska loftrúmið undir egna umsiting.
Kostar átta miilliónir um árið
Metingin sigur, at Føroyar kunnu fáa millum 70 og 270 mió. kr. um árið, verður yvirtøkan framd, sigur Tjóðveldi.
Yvirtøkan fer at kosta Føroyum átta milliónir krónur um árið.
Undanfarna samgonga hevði samráðingar um yvirtøkuna.
Tá uppskotið, sum Tjóðveldi legði fram í gjár, er samtykt, skuldi ikki verið nakar trupulleiki at gjørt eina skjóta avtalu um yvirtøkuna. Yvirtøkudagurin er tí á grækarismessu 2023, sigur Tjóðveldi.

























