Landsverk stevnt byggifyritøku fyri ófullfíggjað arbeiði á Hamragarði

Landsverk stevnt byggifyritøku fyri ófullfíggjað arbeiði á Hamragarði
Verkætlanin er ongantíð formliga latin kommununum í Suðuroy
Hamragarður í Vági.
 
21.09.2022 - 13:23

Landsverk hevur stevnt TG-Verk Føroyar eftir 11 mió.kr. fyri feilir og ófullfíggjað arbeiði, tá Hamragarður í Vági var bygdur, sæst í frágreiðingini frá Landsgrannskoðanini fyri landsroknskapin í 2021.

Í 2021 svaraði landsstýrismaðurin, at Landsverk hevði staðfest nógvar manglar við klimaskerminum, og síðsti parturin av sakarmálinum snúði seg um teir manglarnar.

Umvælingarnar vóru ikki gjørdar. 

 

 

Gongd í málinum

Fyri tað fyrsta hevði stríðsmál verið við arbeiðstakaran um at umvæla manglarnar. Skuldi arbeiðið gerast, áðrenn sakarmálið var avgreitt, var neyðugt við játtan til endamálið. Síðani var avbjóðingin eisini, at eldraøkið í síni heild var lagt til kommunurnar.

Verkætlanin var ongantíð endaliga og formliga latin kommununum í Suðuroy, tí bygningurin enn hevði umrøddu manglarnar. Landsverk væntaði tí, at tá ið sakarmálið var liðugt, og umvælingin var framd, kundi bygningurin latast kommununum.

Í august í 2022 hevur landsstýrismaðurin kunnað Landsgrannskoðanina um, at gongd er í málinum, men enn er ikki greitt, hvat endaliga úrslitið verður.

 

 

MT Højgaard stevnt Landsverki

MT Højgaard stevndi Landsverki eftir góðum fimm mió.kr. fyri arbeiði á Glasi. Málið var á fyrsta stigi, og Landsverk fyrireikaði svar til fyrsta kæruritið frá MT Højgaard.

Í august í ár kunnaði landsstýrismaðurin um, at Landsverk læt svar til kærurit í 2021.

Síðani hevur verið bíðað eftir MT Højgaard. Í summar læt Landsverk uppskot til semju, men higartil hevur ikki borið á mál, sæst í frágreiðingini hjá  Landsgrannskoðanini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008