![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/vlcsnap-2022-09-21-09h08m05s302.png?itok=SSuEAI10)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur nevndarformaður í Effo
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2022-09-06-10h49m56s874_0.png?itok=L_FEEWnJ)
Føroyska oljufelagið, Effo, hevur fingið nýggjan nevndarformann.
Árni Rasmussen er farin frá sum nevndarformaður, og hann er eisini farin úr nevndini.
Í hansara stað eru tveir mans komnir.
Jógvan Dávid Jacobsen er nýggjur nevndarformaður í Effo.
Jógvan Dávid Jacobsen tekur við sum nevndarformaður, meðan Janus Thomsen er valdur í nevndina sum nevndarlimur.
Broytingarnar í nevndini verða gjørdar í samband við, at Janus Thomsen hevur tikið við sum stjóri í samtaksfelagnum Tjaldri eftir Árna Rasmussen.
Janus Thomsen kemur úr starvi sum stjóri í júst Effo, har hann nú er vorðin nevndarlimur.
Tjaldur er ein av høvuðseigarunum í EFFO.
Janus Thomsen, sum hevur verið stjóri í Effo, er nú nevndarlimur í felagnum.