17.000 russarar komnir til Finnlands um vikuskiftið

17.000 russarar komnir til Finnlands um vikuskiftið
Fleiri russarar eru eisini á gjøgnumferð, og í gjár fóru fleiri enn 5.000 russar úr Finnlandi
Langar bilrøðir við russiskum bilum, sum vilja sleppa til Finnlands.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
26.09.2022 - 11:33

Meira enn 17.000 russiskir ríkisborgarar komu um markið til Finnlands um vikuskiftið. 

Tað upplýsir finska marknaeftirlitið.

Í morgun var bíðirøðin russiskumegin um fimm km. long, skrivar finska kringvarpið, YLE.

Flestu fóru um markið nærindis St. Pætursborg. 

Tilsamans fóru 38.444 russiskir ríkisborgarar um markið í landsynningspartinum av  Russlandi í síðstu viku. Tað eru 64 prosent fleiri enn fyri viku síðani. 

24 russarar hava søkt um friðskjól og 199 um fyribils verju.

 

Eru eisini á gjøgnumferð

Fleiri russarar, sum koma til Finnlands, eru á gjøgnumferð og skulu víðari til onnur lond. 5.068 russarar fóru úr Finnlandi í gjár.

Finskir myndugleikar vænta, at fleiri russarar koma næstu dagarnar, eftir at russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur kallað inn 300.000 eyka hermenn.  

Nógvir ungir menn, sum kunnu verða boðsendir, royna at sleppa úr landinum.

Finnland hevur boðað frá, at reglurnar fyri at geva russarum innferðarloyvi verða herdar.

NTB skrivar, at tað frættist, at Russland ætlar at banna monnum, sum hava aldur til at gera herskyldu, at fara úr landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521